Skriva út
Her finnur tú framløgur, sum geva vitan og íblástur til tykkum, sum arbeiða við børnum, har spenni millum barnið og umhvørvið kemur í spæl. Høvuðsdentur er á eyðkennir, sum eru ella minna um autismu.
Framløgurnar nema við økir so sum eyðkennir og tørv, samskifti, foreldrasamstarv og hvussu arbeiðast kann námsfrøðiligt. Dentur verður lagdur á yngri aldursbólkar í skúlanum.
Umframt gestafyrilestrarhaldara frá Fróðskaparsetrinum eru tað starvsfólk í Sernámi, ið standa fyri framløgunum.