Skriva út
02-04-2024
Fakligur dagur í Smæruni
Á altjóða autismudegnum skipaði Sernám fyri fakligum degi í Smæruni.
Umboð fyri øll sertilboð og serskúla vóru við.
Nina Mikkelsen, Tórfríð Danielsen, Pætur Zachariasson, Maria á Boðanesi, Rósa Danielsen og Annika W. Klit frá Sernámi høvdu framløgur um eyðkennir og tørv, luttøkumøguleikar og mál- og samskiftismenning.
Eisini vóru framløgur um OCN skipanina frá Tóru Norðgerð, OCN samskipari, umframt framløgur um búning og kyn frá Sáru Gullfoss og Karin Gaardlykke frá Gigni, og Rannvá í Løðu og Vivian J. Midjord frá Almannaverkinum.