Nýtt føroyskt kanningartilfar
Nýtt føroyskt kanningartilfar til næmingar í 3.-5. flokki og eldri
Hósdagin 7. apríl 2022 fekk landsstýrismaðurin handað nýtt føroyskt kanningartilfar frá Liljuni Thomsen, Tove Jacobsen og Monu Nattestad Steintún.
Kanningarsavnið er nýtt føroyskt kanningartilfar, sum serliga er ætlað til næmingar í miðdeild fólkaskúlans, er nú tókt hjá skúlunum. Tað er tó ein fortreyt, at lærarar, sum nýta tilfarið, hava fingið innlit í, hvussu tilfarið eigur at verða nýtt.
Fyrstu lærarar í fólkaskúlanum hava nú verið á skeiði í nýggja føroyska kanningartilfarinum, Kanningarsavnið, ið er mál- og minniskanningar til næmingar í 3. og 5. flokki. Tilfarið kann eisini brúkast til eldri næmingar, um hesir hava ymiskar avbjóðingar. Hetta tilfarið er ætlað lærarum í førleikastovum, ið kunnu vera lesivegleiðarar, orðblindalærarar og serlærarar, og kann verða brúkt eftir tørvi. Við tilfarinum fylgja ráð og hugskot til undirvísing.
Kanningarsavnið gevur innlit í, hvussu næmingurin minnist, umframt hvussu hann er fyri málsliga og ljóðskipanarliga. Endamálið við kanningunum er, at lærarin skal kunna síggja, hvørjar styrkir og veikleikar næmingurin hevur, so hann kann veita honum bestu hjálpina í undirvísingini út frá hesum.
Liljan Thomsen, Tove Jacobsen, serlærarar, lesivegleiðarar og orðblindalærarar og Mona Nattestad Steintún, audiologopedur, cand. mag og orðblindalærari, hava umsett og tillagað tilfarið til føroyskt út frá danska tilfarinum Testbatteriet, ið nøkur starvsfólk frá Ordblindeinstituttet í Ballerup hava gjørt. Liljan, Tove og Mona hava allar drúgvar royndir innan lesi- og orðblindaøkið, og tað var eisini í sambandi við sítt starv innan orðblindaøkið í Sernámi, at Mona brúkti danska tilfarið. Hon varð tí biðin um at vera við til at gera føroyska Kanningarsavnið saman við Liljuni og Tove, sum vóru farnar undir hetta. Tær hava starvast í fólkaskúlanum í mong ár við m.ø. orðblindi. Umframt at hava gjørt tilfarið hava tær gjørt eitt stórt arbeiði fyri at royna kanningarnar í verki og hava funnið vegleiðandi næmingaúrslit við at gera umleið 3600 kanningar við Kanningarsavninum í ymiskum skúlum kring landið.
Kanningarsavnið er eitt kærkomið ískoyti til ymiskt kanningartilfar, sum nú er á føroyskum, og er tað fyrsta av sínum slagi, har ein kann kanna ymisk øki innan mál og minni hjá einstøkum næmingum. Tilfarið er ikki ætlað heilum flokkum, men at brúka, um lærarin hevur varhuga av at eitt hvørt er, sum eigur at verða kannað nærri, fyri at veita næminginum bestu undirvísingina.
Fyri at Kanningarsavnið skal verða brúkt á rættan hátt og fyri at fáa sum mest burturúr tí tilfari, vit hava á føroyskum, er fortreytin fyri at brúka tilfarið, at ein hevur verið á skeiði í hesum. Umframt skeiðini í Kanningarsavninum, sum nú hava verið, er høvi aftur at tekna seg til skeið í Kanningarsavninum í heyst, sum Nám skipar fyri, sí Nám.