
Orðblindakanning til 3. flokk
Hátíðarløta í sambandi við Orðblindakanning til 3. flokk
Í sambandi við, at orðblindakanningartilfarið nú er útkomið á prenti, var ein hátíðarløta í gjár í Námi, sum Orðblindalærarafelagið skipaði fyri. Har fingu stjórin í Sernámi, Margreth Olsen, varastjórin, Harriet Hansen saman við stjóranum í Námi, Eyðun Gaard og fyrrverandi stjóra í Sernámi, Emmy S. Joensen, sum nú er ráðgevi í Námi, tilfarið handað frá Monu Nattestad Steintún, audiologopedi, sum hevur hildið á at menna hetta í sínum starvi í Sernámi.
Tilfarið, ið er fyrsta orðblindakanningartilfar við føroyskum normum, varð gjørt í sambandi við, at Sernám fekk nógvar fyrispurningar um orðblindi, men vit høvdu ongar kanningar at staðfesta orðblindi við.
Mona Nattestad Steintún og Torgunn Poulsen, sum báðar starvaðust sum audiologopedar í Sernámi, fóru tí undir at gera eitt føroyskt tilfar út frá danska tilfarinum, ið ofta verður nevnt DVO-in. Tær fingu loyvi frá Sernámi at brúka ein part av sínari tíð til hetta arbeiði, ið ikki var løtuverk, tí m.a. skuldi hvør einstøk ljóðskipanarlig fortreyt samsvara tí í danska tilfarinum umframt aðrar grundleggjandi treytir, so hetta var ikki bert eitt umsetingararbeiði, men í stóran mun at tillaga alt tilfarið. Síðani skuldi alt roynast í verki, og við vælvild frá fleiri skúlum og lærarum varð hetta møguligt.
Tilfarið til Orðblindakanningina til 3. flokk, ið nú loksins er útkomið á prenti, umfatar bæði yvirlitskanningarnar, sum skulu gerast av øllum næmingum í byrjanini av 3. flokki og einstaklingakanningarnar, sum síðani skulu gerast av teimum næmingum, sum stava 8 ella færri tvætliorð rætt.
Orðblindakanningartilfarið varð tikið í nýtslu í 2016, men eftir hetta er tilfarið víðkað við m.a. eini frágreiðing um, hvussu ein kann viðgera úrslitini frá kanningini av einum næmingi, sum er blivin einstaklingakannaður. Alt hetta sæst í læraratilfarinum, har framferðarhátturin eisini er lýstur og har talvur eru, sum kunnu vísa, hvussu úrslitini eru í mun til teir føroysku normarnar, ið vórðu gjørdir í sambandi við kanningarnar.
Annika Katrin Joensen, forkvinna í Orðblindalærarafelagnum fegnaðist um, at tilfarið nú er tøkt á prenti, og segði, at hetta er eitt týðandi framstig, sum ger tilfarið lættari at brúka. Hon takkaði øllum, sum hava stuðlað og havt ein lut í hesum arbeiði.
Alt tilfarið er lagt í snotiligar mappur og tøkt at fáa hjá lærarum, sum hava verið á skeiði í tilfarinum, við at venda sær til Nám, ið er útgevarin og kemur at umsita útflýggjanina.
Umframt at tilfarið nú er tøkt á prenti ber til at skráseta úrslitini av yvirlitskanningunum av flokkunum í byrjanini av 3. flokki í OneDrive. Nám umsitur eisini atgongdina til hetta.