Skeið í staming – enn eru tøk pláss
Starvsfólk frá Sernámi fara 16. september 2021 at skipa fyri skeiði í staming á Nám.
Endamálið við skeiðnum er at geva luttakarunum kunnleika um staming og stamihættir, og at teir ogna sær førleikan at eygleiða og eyðkenna staming.
Á skeiðnum verður komið inn á, hvat staming er, hvussu vit kunnu eygleiða og eyðkenna staming, og hvørjar stamihættir, stamarin kann nýta fyri at fáa eina meira flótandi talu. Komið verður inn á ítøkilig dømi í verkliga partinum, har skift verður millum stutt upplegg, venjingar, orðaskifti og bólkaarbeiði/verkstovur. Luttakararnir nýta amboð/hættir, sum tey læra um á skeiðinum, soleiðis at teir fáa førleikan og høvi at nýta tey, áðrenn farið verður aftur til arbeiðis á stovnum og skúlum.
Skeiðið er ætlað námsfrøðingum og lærarum, ið arbeiða við børnum, í og undir skúlaaldur, sum stama.
Nærri lýsing og tilmelding er á slóðini: https://innskriving.fo/nam/?skeid=401&slag=3
Um tit ikki hava @skulin.fo brúkara, so ber til at melda til við at senda eitt teldubræv til: heini@nam.fo