Virksemi hjá Sernámi
Kunningarskriv
Vísandi til yvirlýsingina frá MEGD, og umtaluna, sum hevur verið um Sernám, vilja vit stutt kunna um okkara virksemi. Lógargrundlagið hjá Sernámi er staðfest í Fólkaskúlalógini, grein 4 stk. 5 og 6.
Munur á er ikki mismunur
Høvuðsarbeiðið hjá Sernámi er fakliga lagað eftir tørvinum hjá einstaka barninum og umhvørvinum, sum barnið er í. Tað er ymiskt, hvør tørvurin er hjá barninum og hjá dagstovninum/skúlanum, og verða atlit tikin til hesi bæði, tó við barninum í miðdeplinum.
Um øll børn skuldi fingið sama átak bjóðað, gagnar tað bara nøkrum fáum av teimum, tí støði ikki verður tikið í tørvi og menning hjá einstaka barninum og tørvinum hjá umhvørvinum, sum barnið er í í gerandisdegnum. Øll børn eru ymisk, og vil eitt og sama amboð ikki vera rætta val til øll, um tað skal stimbra eitt nú málsligu menningina hjá barninum.
Ábyrgd og ræðisrættur
Øll átøk, sum Sernám er partur av, verða gjørd í einum samstarvi millum dagstovn/skúla, foreldur og Sernám. Sernám er ein ráðgevandi stovnur til fólkaskúlar og dagstovnar, men tað er skúlaleiðslan/dagstovnaleiðslan, sum avger hvat teirra skúli/dagstovnur fer í samstarv um.
Sernám er ein fakligur stovnur, sum í hvørjum einstøkum føri ger eina fakliga meting av tørvinum.
Í mun til børn við Down Syndrom
Tá talan er um tey allaryngstu ella nýføðingar, sum á ein ella annan hátt eru fødd við tarni/ týðuligum tørvi, fær Sernám sum oftast hesi boð beinleiðis frá Landssjúkrahúsinum. Tá byrjar samstarvi heima við foreldrunum, síðan saman við dagstovninum og heldur fram har. Fyrstu fakfólk, sum tá verða knýtt til, eru oftast ein fysio-/ergoterapeutur og ein audiologopedur/logopedur, vanliga nevnt taliráðgevi. Onnur fakfólk, ið talan kann verða um, eru sernámsfrøðiligur ráðgevi og sálarfrøðingur.
Meira kann lesast um okkara virksemi á heimasíðuni www.sernam.fo.
Kunning um, hvussu ein arbeiðstilgongd hjá Sernámi kann vera:
Høvuðsarbeiðið hjá Sernámi er fakliga lagað eftir tørvinum hjá einstaka barninum og umhvørvinum, sum barnið er í. Tað er ymiskt, hvør tørvurin er hjá barninum og hjá dagstovninum/skúlanum, og verða atlit tikin til hesi bæði, tó við barninum í miðdeplinum.
Í samband við hvørji amboð verða sett inn við, verður støða tikin við fleirfakligum eygum, har fakøkini til tey minstu eru: taliráðgevi, fysio-ergoterapeutur, sernámsfrøðiligur ráðgevi og sálarfrøðingur. Tað er altíð við støði í tørvi og menning hjá barninum, umframt støði í møguleikunum á dagstovni ella skúla. Um øll børn skuldi fingið sama átak bjóðað, hevði hetta bert gagnað nøkrum fáum av teimum, tí støði ikki verður tikið í tørvi og menning einstaka barninum og tørvinum hjá umhvørvinum, sum barnið er í í gerandisdegnum. Øll børn eru ymisk, og vil eitt og sama amboð ikki vera rætta val til øll, um tað til dømis skal stimbra málsligu menningina hjá barninum.
Arbeiðsgongdin er fyrst og fremst umvegis dagstovn ella skúla, og tískil er eisini umráðandi at hoyra, hvørjar møguleikar dagstovnurin/skúlin hevur at arbeiða við hesum, og hvør vitan er á staðnum, sum gagnar hesum barninum. Í Sernám hava vit seinastu árini hava førleikamennandi útbúgvingar innan øll fakøkir. Í mun til mál og samskifti kann nevnast eitt viðurkent eftirútbúgvingarskeið, sum gevur serligar førleikar at vegleiða umhvørvinum hjá børnum í eitt nú í málstimbrandi strategium, sum stimbra samskiftis- og málsligu menningina hjá børnum í vøggustovu- og barnagarðsaldri.
Í samstarvinum við dagstovn/skúla og foreldur, er tað heilt upp til teir partarnar at gera vart við, hvat tey hava tørv á og megna at arbeiða við. Tað eru dømi um, at dagstovnur metir, at tey vilja bíða við átøkum, av ymiskum orsøkum. Tað eru eisini dømi um foreldur, sum hava takkað nei til átøk frá Sernámi.
Á dagstovnaøkinum, sum eisini fevnir um vøggustovur, eru tað aloftast tvey faklig øki, sum eru við í byrjanini: tala/samskifti og rørsla/sansaskipan. Tá ein dagstovnur setur seg í samband við Sernám um vøggustovubørn, verða hesi mál raðfest høgt fyri at fyribyrgja, at avbjóðingarnar og tørvurin gerst størri.
Tá talan er um tey allaryngstu ella nýføðingar, sum á ein ella annan hátt eru fødd við tarni/ týðuligum tørvi, fær Sernám sum oftast hesi boð beinleiðis frá Landssjúkrahúsinum. Tá byrjar samstarvi heima við foreldrunum, síðan dagstovninum og heldur fram har. Fyrstu fakfólk, sum tá verða knýtt til, eru fysio-/ergoterapeutur og ein audiologopedur/logopedur, vanliga nevnt taliráðgevi.