
Sernám
Sernám veitir ráðgeving innan sernámsfrøðilig viðurskifti til dagstovnar, skúlar og foreldur, sum varða av børnum og ungum.
Sernám veitir ráðgevingin til fólkaskúlar og dagstovnar.
Í hesum sambandi fáa foreldur eisini lut í ráðgevingini.
Tá talan er um einstøk børn, eru foreldrini og/ella avvarðandi altíð ein partur av tilgongdini, sum dagstovnurin/skúlin hevur saman við Sernámi.
Sernám ráðgevur ikki familjum uttanum dagstovn/skúla, og Sernám ráðgevur heldur ikki beinleiðis inn í heimið hjá barninum.
Meira kunning til foreldur er her.
Sernám er ein landsumfatandi stovnur, sum arbeiðir við børnum og ungum í aldrinum 0-18 ár, ið tørva hjálp til menning, læring og trivnað. Grundað á servitan innan ergo- og fysioterapi, sálarfrøði, sernámsfrøði, sjón, hoyrn og talu verður samstarvað við starvsfólk á dagstovnum og skúlum og foreldur/avvarðandi um at skapa felagsskapir, har børn kunnu trívast, læra og mennast.
Samstarv uttanhýsis
Sernám er almennur stovnur undir Barna- og Útbúgvingarmálaráðnum. Sernám samstarvar við skipanir í Føroyum, sum arbeiða á barna- og ungdómsøkinum. Samstarv er eisini við Undirvísingarstýrið og Nám.