Sernám   /   Um Sernám   /   Fakøki   /   Tala
Skriva út

Tala

Grundað á logopedfakliga vitan um málmenning, og í samstarvi við foreldur og starvsfólk, verður mett um avbjóðingar, sum kunnu vera innan samskifti, mál og talu. Saman verður funnið fram til átøk, ið kunnu stimbra menningina, og økja um møguleikan fyri at taka lut og samskifta í læristøðum og felagsskapum.

Um foreldur ella starvsfólk á stovni ella skúla eru stúrin um menning, læring ella trivnað, verður hetta tikið upp á sernámsfundi hjá stovninum ella skúlanum. Nærri kunning um sernámsfund er her.