Skriva út
Sersamskifti
Ráðgeving og vegleiðing til avvarðandi at børnum og ungum við skerdum virkis- og samskiftisførleika og starvsfólk, ið eru um tey.
Ráðgevast kann millum annað innan teknisk hjálpartól, innan ymiskar arbeiðshættir og annað viðkomandi tilfar at nýta í gerandisdegnum og í skúlaundirvísing.
Málbólkurin eru børn við varandi skaða til dømis fjølbrekað, heilaskadd og børn við syndromi, sum hevur ført við sær málsligan, kropsligan og/ella kognitivan skerdan førleika.
Henda ráðgeving kemur vanliga í lag í samstarvi við heilsuverkið, og í samráð við foreldrini.