Til foreldur
Sernám veitir ráðgevingin til fólkaskúlar og dagstovnar.
Í hesum sambandi fáa foreldur eisini lut í ráðgevingini.
Tá talan er um einstøk børn, eru foreldrini og/ella avvarðandi altíð ein partur av tilgongdini, sum dagstovnurin/skúlin hevur saman við Sernámi.
Sernám ráðgevur ikki familjum uttanum dagstovn/skúla, og Sernám ráðgevur heldur ikki beinleiðis inn í heimið hjá barninum.
Ynskiligt er, at foreldur hava vent sær til viðkomandi dagstovn/skúla við sínari stúran, so dagstovnurin/skúlin kann taka hetta upp á sernámsfundi.
Sernámsfundurin er staðið, har stúranir hjá starvsfólkum á dagstovni ella skúla og/ella foreldrunum verða umrødd.
Stovnurin/skúlin fær samtykki frá foreldur um, at teirra barn verður umrøtt (við navni ella ikki).
Skrá til sernámsfund verður gjørd av dagstovni/skúla og send til Sernám, har greitt verður frá stúranini, ið ynski er at tosa um. Henda skrá skal vera Sernámi í hendi í seinasta lagi 7 dagar innan sernámsfundurin verður hildin.
Samstarvsskjal, sum umfatar stúran hjá dagstovn/skúla og foreldrum, skal fyllast út av báðum pørtum og verða undirskrivað av foreldri/verja hjá barninum.
Samstarvsskjal innkomið eftir avtalu millum Sernám og dagstovn/skúla/foreldur verða viðgjørd í Sernámi, har støða verður tikin til, hvussu farast skal fram. Tá hetta er avgjørt, hoyra foreldur og dagstovnur/skúli frá okkara starvsfólki um, hvat hendir víðari.
Um barnið vegna sjúku/brek ikki er á dagstovni, verður ráðgeving frá Sernámi vanliga veitt í samráð við foreldur og eitt nú heilsuverk og/ella Almannaverkið.
Sertilboð í skúlum
Um ella tá foreldur saman við viðkomandi skúla ella dagstovni meta, at teirra barn hevur tørv á serligari skúlaskipan og ynskja at teirra barn verður upptikið í sertilboði ella serskúla, verður hetta tikið upp saman við Sernámi.
Uppgávan hjá Sernámi er m.a. at gera tilmæli saman við foreldrum ella verja hjá barninum til viðkomandi tilboð. Hetta verður gjørt sambært "Kunngerð um serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligan stuðul".